Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Eydnuríka fólkið hjá Jehova

Eydnuríka fólkið hjá Jehova

57

Eydnuríka fólkið hjá Jehova

(Sálmur 89:16)

1. Eydnuríkt er fólkið, sum kvøður um sín eyð,

at Gud vælsignar tey og lættir teirra neyð.

Jehova, tí tey ganga í ljósinum frá tær,

sæst á hesum fólki ein sæla so skær.

(Niðurlag)

2. Satan ætlar okkum at blíva fong hjá sær,

men Faðirin er nær, vit eru honum kær.

Jehova verjir eyðmjúk, sum rættvís, uttan mein,

geva honum lív sítt í trúfesti rein.

(Niðurlag)

3. Fært tú harðan ágang, er støðan hættislig?

Halt á, og Gud er við! Ver vakin, kempa, bið!

Tað ræður um at tola og roynast Gudi trúgv;

hann, sum gevur lív, eigur ognir og búgv.

(NIÐURLAG)

Øll tey, sum kunngera alment Guds navn,

verða vælsignað, ja, tey stýra í havn.

Andi Guds og orð læra eyðkenni rætt;

gerningar vísa, at tey trúgva satt.