Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Fá tær gott navn hjá Gudi

Fá tær gott navn hjá Gudi

37

Fá tær gott navn hjá Gudi

(Prædikarin 7:1)

1. Vit vilja liva Jehova eftir vild,

á ongum sinni frá honum blíva skild.

Hvør tann, ið lýðir á

Guds vísu, góðu ráð,

hans navn er vart í Guds minni tá.

2. Eitt navn kann skapast, sum merkir vit og skil,

tað er sum salva við góðum anga til;

og dugir ein sær hógv,

tað prýðir navnið nógv,

um lítillæti ber Gudi prógv.

3. Tá tú vart føddur — eitt lítið barn, men hvør?

Tær navn er merkt, tá tú lívsins róður rør.

Unglingur, vel tann veg,

ið best man loysa seg,

og fá tær navn, so Gud minnist teg.

4. Ov dýrt er navnið, í verðini tú fært.

Har er alt spilla, tú prógv um endan sært.

Guds góðsku namst tú við,

so ansa tær, blív við!

Lat ríki Guds vera lívsins mið!