Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

’Fáið vissu fyri tí ið hevur størri týdning’

’Fáið vissu fyri tí ið hevur størri týdning’

210

’Fáið vissu fyri tí ið hevur størri týdning’

(Filippibrævið 1:10)

1. Í kærleika vit tæna Gudi, tæna honum fró.

Tí kærleikin av øllum ber, er andans ávøkst góð.

Leita vit Gud, og honum lík, av kærleika rík

á Faðirin heita í bøn

uttan fals, meinaleys, rein,

tá veitir hann okkum ríka løn.

2. At hjartað sigur Gudi tøkk, er lýðið, ikki tvørt,

av sonnum elskar rættan veg, tað gleðir Gud, er stórt.

Liva vit so friðarlig, góð og lýða Guds lóg,

er Ríkisins boðan eitt kall.

Ganga vit boð fyri Gud,

tá volda vit ikki øðrum fall.

3. Tað prýðir trúgv og læru við, um bein er tikin kós.

Tað lív, ið Harrans agi ól, er reint og gøtan ljós.

Frælsisins lóg, lík spegilsmynd, sum avdúkar synd

og rættvísiávøkstin ber,

um vit glað meta um tað,

sum týdningarmest av øllum er.