Farið glað við í heystarbeiðið
211
Farið glað við í heystarbeiðið
1. Nú grøðin er búgvin at heysta, og týdningarmikið tað er,
vit heilhugað fara til verka í felag við einglanna her.
Ja, veltan er menniskjans heimur;
av Kristusi sjálvum varð sátt,
og nú standa øksini full og tung,
tí mugu vit arbeiða skjótt.
2. Í løðuna hveitin er sankað, og illgrasið sært tú nú klárt.
Alt illkynjað fræ Harrin oyðir, og ivaleyst kennist tað sárt.
Skjótt virkisfús arbeiðsfólk síggja,
at skurðurin hilnaðist væl.
Ja, arbeiðið ræður um lív og deyð;
tey rættvísu øll blíva sæl.
3. Vit elska fyrst Gud og so næstan, og hetta ein drívur avstað,
tí klárt er, at arbeiðið hastar, nú hóma vit seinasta dag.
Nógv eru, sum leita Jehova,
teim vísa vit bøkur og rit.
Jú fleiri ið ansa og virða tað,
tess djúpari glað verða vit.
4. Sum meistarin Jesus tað vísti, var heystartíð tá komin nær.
Og nógv eru rættvís, ið vóna, at sannleikin skal geva svar.
So kom nú við gleði og boða,
bið menniskju kanna Guds lóg.
Ja, sáa vit sameind við himna Gud,
vit heysta vælsignilsi góð.