Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Flýggið til Guds ríki!

Flýggið til Guds ríki!

146

Flýggið til Guds ríki!

(Zefanias 2:3)

1. Søkið Jehova og finnið eitt skýli,

skjótt kemur dagurin mikli við grú.

Eyðmjúkum syndarum gevur hann hvílu,

so leitið upp frelsuna nú!

(Niðurlag)

2. Um eftir sannleika, rætti vit tráa,

sorgin kann vendast til gleði og lyst.

Gud vísir veg út úr myrkri og váða,

um vit fylgja konginum Krist.

(Niðurlag)

3. Hevjið tí høvur og syngið við gleði.

Nú vísa tekin á Ríkið við makt.

Ljós frá Jehova er glæma við megi,

sum avdúkar hansara akt.

(NIÐURLAG)

Flýggið til Ríkið, ta einastu vón!

Gleðiboð hava vit frætt. (hava frætt.)

Harrin skal signa og verja og styrkja,

vísa á tað, ið er rætt. (ið er rætt.)