Fráhalds ávøkstur
124
Fráhalds ávøkstur
1. Í sannleika og rættferð gyrd er sálin stinnari,
hon troyttast ei í fráhaldi, gerst sigurvinnari.
2. Vit sýna tamarhald og hógv og streva hvønn ein dag
at bera vísdóms vøkru frukt við kærleiks sinnalag.
3. At gera likamið til træl, tá syndin tøla vil,
er frelsuleiðin fyri øll, og fráhald hjálpir til.
4. Í royndarstund vit standa kvirr, í trongdum hugagóð.
Jehova hoyrir hevndin til, í tí vit finna ró.