Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Frælsisvón skapningsins

Frælsisvón skapningsins

142

Frælsisvón skapningsins

(Rómbrævið 8:21)

1. Alt lív nú pínist,

tað nærum týnist,

tí synd og óskil ræður her.

Tak alt av løttum

og ráð við hóttum,

er tíðarandin her í verð.

2. Hvør hevur megi

at skapa gleði?

Gud, Skaparin, kann gera tað.

Tey, hann vil kenna,

kann hann væl menna.

Hann hoyrir skapningin, ið bað.

3. Rís, Kristi ríki!

Hin óndi víki!

Ja, heimsins høvding Jesus slær.

Tá alt skal batna

og okið lætna,

tí syndaskuldin strikað varð.

4. Á lívi sælir,

og eingir trælir!

Eitt fegið fólk nú frælsi fann

á friðarfundi

at Gudi bundið,

í anda kærleikans til hann.