Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Framá, tit vitni!

Framá, tit vitni!

29

Framá, tit vitni!

(Lukas 16:16)

1. Avgjørt eitt herlið, ið møtir fíggindum,

er Guds fólk á varðhaldi nú mót endanum.

Um Satan vil okkum í váða,

Guds ríki vit kortini boða.

(Niðurlag)

2. Sannleika, rættvísi verðin hevur gloymt,

og navnið Jehova av fíggindum er goymt.

Vit íðin á Bíbliu vísa,

sum veg út úr myrkri kann lýsa.

(Niðurlag)

3. Slaka vit av, ljóðar varskó: ’Hygg nú, har

er verðin, ið tykist alt gott at bjóða tær!

Tó eiga vit árvakin minnast,

við sakloysi stríðið skal vinnast!’

(NIÐURLAG)

Ja, framá tit vitni Guds, boðið víða hvar,

tí øll mugu frætta, at nú er tíðin nær,

tá Gud ger av nýggjum ein himmal og jørð,

har ið alt verður fullkomin gleði.