„Friður Guds, sum stígur upp um alt vit“
178
„Friður Guds, sum stígur upp um alt vit“
1. Frá Gudi friður er
sum eitt skýli her í verð.
Eingin hóttan vekur óttan,
darvar ikki reina ferð.
Guds friður verjir sinn,
loyvir ikki ræðslu inn,
tá vit saman og við gaman
fyri Ríkið stríðast stinn.
2. Øll mannaættin strongd
kennir stúran, neyð og trongd.
Hon er nervað, ovurervað,
illa nøgd við heimsins gongd.
Men kristin eiga frið,
ganga trygg við Harrans lið;
og hann fegin lýsir vegin,
har ein vilstur finnur grið.
3. Tann Gud, vit líta á,
ið kann stilla alla trá,
ongan gloymir; væl hann goymir
tann, ið biður hjálp og ráð.
Sum døggin leskar ong,
uggar Harrans friður mong.
Gud vælsignar tann, ið tignar
hann sum ævinleikans Kong.