Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Fylgi Guds“ verður røktað

„Fylgi Guds“ verður røktað

101

„Fylgi Guds“ verður røktað

(1 Pætur 5:2)

1. Jesus er ein góður hirði,

uggar eymt og gevur troyst,

hann sum gav so dýran prís, at

fylgið varð frá syndum loyst.

2. Menn, sum eru sannir hirðar,

fylgja Jesu fyrimynd,

ganga undan, røkta seyðin

vardan innan fyri grind.

3. Lítla, veika lambið verður

ansað væl og kennir trygd,

fær ta føði sum tí gagnar,

búnast skjótt og mennir dygd.

4. Ganga vit, har Kristus slóðar,

gerast vit í trúnni sterk.

Samkoman í friði veksur,

tað er alt Jehova verk.