Ger framstig!
123
Ger framstig!
1. Gakk nú fram eftir vegnum, tú búnast á.
Ver í vísdómi íðin, sum Harrin legði ráð.
Ger tær ómak í verki, Jehova tá
man kennast við og signa teg.
Til skurðin nýtist hvør hjálpandi hond
at bera boð út til øll heimsins lond.
Gakk, har sannleikans Gud altíð er í nánd,
halt støðugt fram at røttum veg.
2. Gakk nú fram, boða villiga Harrans orð,
lat tað ljóða so víða úr suðri og í norð.
Syng við gleði um kongin, ið dekkar borð
og bjóðar øllum lívsins breyð.
Um gudleys andøva, sýnast so sterk,
tú kennir ábyrgd, ger boðaraverk.
Ber tey ævigu tíðindi út, og merk,
Jehova lættir alla neyð.
3. Gakk nú framá og gleð teg um yrki títt.
Framdi tú tína ætlan, ja, hevur tú teg kýtt?
Bið um andan, ið gevur tær dirvi nýtt,
tá veksur gleðin stór í tær.
Gev far um bróðurin við tína lið,
vit eru eitt, hava øll felags mið.
Gakk nú fram, og tú búnast so við og við,
tá skínur ljósið bjart frá tær!