Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ger meira – sum nasireararnir

Ger meira – sum nasireararnir

128

Ger meira – sum nasireararnir

(4 Mósebók 6:8)

1. Velja nasirearalívið, er tað gjørligt nú í dag?

Lógin vísti skilligt í forðum, sjálvboðin fekk tað í lag!

Minst til hetta! Kanna títt hjarta! Endatíðin man styttast nú.

Fært tú tænt Jehova betur? Tað kennir bara tú!

2. Einfalt nasirearin livdi, er tað leiðin fyri teg?

Liva einfalt, tætt hjá Jehova, hevði tær dámt henda veg?

Ein, ið nasireari gjørdist, sýndi fráhald og dugdi hógv.

Hetta læra íðin kristin, tæna og ofra nógv.

3. Lýðin nasirearin livdi, hárið bar hann tætt og sítt;

tað bar boð um eyðmýkt og lýdni, alt varð til tænastu nýtt.

Nú sum heystartíðini líður, skilst tað lætt, um vit eru flógv.

Tann, ið virkar við Jehova, gevur um trúnna prógv.

4. Heilagt nasirearin livdi, var í gerðum fyrimynd.

Kanst tú líkjast honum í atferð uttan at falla í synd?

Hugsa um tað! Lít á Jehova! Tey, ið søkja Guds ríki fyrst,

fáa alt ið tørvar umframt, læra tá lívsins lyst!