Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Gevið gætur eftir áminning Judasar

Gevið gætur eftir áminning Judasar

22

Gevið gætur eftir áminning Judasar

(Judas 21)

1. Judas læt til kristin bræv, gav við tí fatan av,

neyðugt er at halda vakt móti myrkursins makt.

Okkum tørvar hyggin ráð, so at vit ikki falla frá;

tó hin reina trúgvin sigra má.

2. Brævið vísir klárt og greitt, tankaleys verða veidd!

Satan roynir snildan leik, har sum vit eru veik.

Ansa vit nú varin eftir, hvar hann okkum lokka kann,

styrkist trúgvin, og vit vinna hann.

3. Ein má ansa sjálvum sær, vandi er víða hvar.

Óndskapur kann sleppa inn, sáa iva í sinn.

Tó alt spott og sleiskir lótir renna ikki tann á sker,

sum á røttu kós at finna er.

4. Skalt tú vinna trúarstríð, sum tú altíð er í,

royn við kærleika, søk frið, og bið Gud vera við.

Eygað fest á gávu lívsins, tú kanst vinna síðsta stríð,

bera Gudi heiður alla tíð.