Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Gleðið Jehova hjarta

Gleðið Jehova hjarta

51

Gleðið Jehova hjarta

(Orðtøkini 27:11)

1. Vit streingja heiti, Gud, við teg

um vís at fylgja tínum veg,

at bróðir mennir bróður sín

til, Gud, at gera vilja tín.

2. At Satan lýgur, verður greitt,

tá trúgv vit tæna tær sum eitt

og fegin fylgja tíni lóg,

Jehova Gud, sum er so góð.

3. Tú sendi trúgvan, klókan træl

í tøkum tíma, sum fullvæl

úr goymslum tínum ber á borð

tann mat, ið gagnast væl, títt orð!

4. Um andi tín er okkum hjá,

so verður tænastan ein trá,

ið gleðir, Faðir, hjarta títt,

og kærleiksboðið ferðast frítt.