Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Gleðið tykkum við fólki Guds

Gleðið tykkum við fólki Guds

201

Gleðið tykkum við fólki Guds

(Sálmur 106:5)

1. Eftir rættlyntum vit gáa, meðan ríkissáð vit sáa:

’Sí, Guds ríki nú man ráða!

Verðið sátt við Gud, at hann kann náða.’

Teim sum ósatt læra, kemur dagur Guds sum snara;

Satans árin burt skal fara,

rísa upp Guds ríkis dýrd og æra.

(Niðurlag)

2. Sí, tað fólk, sum fer at bjóða inn á lívsins gøtu góða,

letur friðarboðskap ljóða,

gongur vegin, Jesus hevur slóðað.

Lívið hevur virði. Tá Jehova Gud er hirði,

hjálpir hann at lyfta byrði.

Tøkk til Gud, vit stúra ongum fyri.

(Niðurlag)

3. Til er land, ein vardur staður, har í friði býr hvør maður

eydnuríkur, tryggur, glaður,

tí har ótti Guds av sonnum ræður.

Móti eingin mælir, allir lesa orð Guds sælir,

meðan andans ávøkst nælir

og í hjørtum trúgv og vísdóm alir.

(NIÐURLAG)

Kom glaður við í tann bólk,

hvør ið vil til Guds fólk,

og ber gleðiboð út víða hvar.

Níg fyri Konginum og

lær at halda Guds boð.

Tak nú støðu! Verð Gudi tínum svar!