Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Gleði og ávøkstur í tænastuni fyri Ríkið

Gleði og ávøkstur í tænastuni fyri Ríkið

72

Gleði og ávøkstur í tænastuni fyri Ríkið

(Matteus 5:12)

1. Tá tú gongur ørindi Jehova,

fróur út til arbeiðið so leyp!

Um tú finnur menniskju, ið tysta,

skonk so teimum ’lívsins vatn’ í steyp.

Gleðin við at geva hesa gávu

eins og bergmál møtir aftur tær;

og hvat betri finnur tú at geva

enn tey boð frá Gudi: ’Ævigt lív tú fær!’

2. Um á vegnum okkum ofta møtir

háð og spott, ja, líkasæla við,

mugu vit tó royna sinniliga,

still og tolin altíð verja frið.

Verður hóttað harðliga og mótmælt,

halda vit tó á og fíra ei,

tí vit kenna sum Guds fólk í forðum,

gleðin var og er at ganga hesa leið.

3. Mangar glaðar, ríkar løtur kennir

hann, ið gongur har, sum Jesus gekk.

Tæn Jehova, hann skal døma heimin,

ber tey boð, sum tú frá honum fekk.

Tó er fremst eitt boð um lív og frælsi,

hvørva skal øll synd, alt heimsins stríð.

Hetta fellur lætt at siga øllum:

’Vón um lív í Paradísi alla tíð!’