Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Gleði okkara í Harranum

Gleði okkara í Harranum

186

Gleði okkara í Harranum

(Filippibrævið 4:4)

1. Guds andi alir gleðifrukt, og gleðin verður full,

tá altíð sterk í trúnni vit tað virða meir enn gull.

Tí slík ein gleði varandi og rík ger sinnið lætt.

’Ja, gleðist altíð,’ sigur Gud; hann læt tað skriva rætt.

2. Vit gleðast um, at Gud er til, og lív er okkum veitt;

í trúnni á Jehova Gud vit eru øll sum eitt.

Vit vita, allar ættir skulu prísa Gudi hátt,

sjálvt tey, ið vakna livandi úr deyðans døkku nátt.

3. Tann gleðin djúp og lívgandi Guds tænarum er viss,

men varnist: klandur, split og hat kann elva stóran miss.

So latið okkum æra Gud og takka honum sæl.

Vit skýggja alt, ið óreint er, og verja hjartað væl.

4. Um alt er trongt og ússaligt, tað kanska krevur tukt

at ganga fram í ljósinum og dyrka andans frukt.

Ja, gleðist altíð; tænastan, sum Harrin okkum gav,

er ríkari av gleði, tá vit geva burturav.