Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Gleði um uppreisnina

Gleði um uppreisnina

102

Gleði um uppreisnina

(Opinberingin 20:13)

1. Ísakøld er grøvin, læsir inni deyð!

Lazarus er farin, systrarnar í neyð.

’Hevði bara Jesus verið komin skjótt,

varð hann ikki goymdur handan deyðans gátt.’

Jesus gekk til hellið, bað fyrst til sín Gud,

rópti á hin deyða: ’Lazarus, kom út!’

Lazarus kom út, enn sveipaður í vav,

gleðirómur mikil loysti grátin av.

2. Tey, sum fylgdu Jesus, høvdu ljósa vón;

men tá hann varð dripin, á, hvør døpur sjón!

Syrgjandi tey løgdu meistaran í grøv.

Sinnini nú myrktust, alt varð dapurt støv.

Deyðaríkið lúta mátti har við skamm,

Gud á triðja degi læt hann standa fram.

Tá hjá Jesu vinum vaknar aftur mót,

fíggindin er lagdur honum fyri fót!

3. Ádam synd og deyða læt til síni børn.

Jesu lív varð bót, sum loysti deyðans gørn.

Fangarnir í Hades, deyðans døkku bú,

loystir verða út, tá Jesus sigur: ’Nú!’

Tey í Ríkið koma fyri Gud at stá,

øllum verður bjóðað lívið har at fá.

Tey, sum fegin takka, kennast trúgv og klók,

fáa navnið ritað inn í lívsins bók.