Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Gleðist í vónini um Ríkið!

Gleðist í vónini um Ríkið!

16

Gleðist í vónini um Ríkið!

(Rómbrævið 15:10-13)

1. Ver fegin! Ver fegin! Sig frá, at Ríkið gevur vón.

Ver fegin! Ver fegin! Tí nú er Ríkið nær!

Av hjarta tæn tú ríki Guds, nýt bæði munn og hond.

Lat einki tøla huga tín, slít av tær klíggjabond.

Ver fegin! Ver fegin! Ger kunnigt, Ríkið er tín vón.

Ver fegin! Ver fegin! Tí nú er Ríkið nær!

2. Ver glaður! Ver glaður! Og firnast ei, men syng tað út.

Ver glaður! Ver glaður! Tí Gud er skjøldur tín.

Vit hava trygga vón, tí Gud læt rita tað í bók,

at ævigt lív á jørðini fær hvør, sum við tí tók.

Ver glaður! Ver glaður! Fylg svikaleysur lívsins leið.

Ver glaður! Ver glaður! Ta óndu hugsan týn.

3. Syng lovsong! Syng lovsong! Ver íðin, øk um virki títt.

Syng lovsong! Syng lovsong! Lat gerning fylgja við.

Tak lut í heystararbeiði, Gud gav tær heilagt starv.

Guds einglar leita fólkið fram, sum Ríkið fær í arv.

Syng lovsong! Syng lovsong! Lat andan styrkja vónina.

Syng lovsong! Syng lovsong! Tak støðu við Guds lið!