„Gud elskar glaðan gevara“
12
„Gud elskar glaðan gevara“
1. Alt vit eiga, er gáva, Gud Jehova okkum gav.
Øll á jørðini fáa sín lut burturav.
Ovurrík var tann gávan, at hann sonin læt í veð;
syndaskuldin varð goldin tá fyri teg og meg.
2. Um vit geva við gleði, tí Jehova gjørdi so,
eins og børn tá vit æra og lýða hans boð.
Tað var hann, ið gav okkum alla ogn vit eiga nú.
So vit geva bert aftur, alt eigur Harrin jú!
3. Ja, at geva við gleði, ikki pírin ella trek,
hetta læra øll kristin, so kærleikan vek!
Gev av villigum hjarta, tað man ikki kennast svárt.
Heldur geva enn fáa, tað sigur orðið klárt.
4. Við tí gávmilda anda verður brøðralagið fest.
Tá ið øll halda saman, er úrslitið best.
Kom til arbeiðis íðin, gev Guds ríki fullan ans,
so vit gleða Jehova og vinna tokka hans.