Guddómliga kærleikamynstrið
89
Guddómliga kærleikamynstrið
1. Gud legði ein veg, eitt kærleikans mynstur,
sum ein skal ansa væl.
Hann lærir sítt fólk at nema eitt kynstur,
lívsleið, ið ger menniskju sæl.
Men leita vit burt, vit ongantíð finna
ta stjórn, ið er betur før at útinna
á jørðini frið og neyðina linna,
tí hann er Gud, ja, kærleikans Gud.
2. So fylgja vit vegnum, Gud okkum vísti,
fremja glað brøðralag.
Ver fremstur at hjálpa, ikki hin síðsti,
í tíni ferð dag eftir dag.
So halda vit áfram uttan at taka
til óráð, ið fáa okkum at slaka,
so fólk fáa mein og sannleikan vraka.
Vel rættan veg, ja, kærleikans veg!
3. Stór meinigheit er, sum Gud heldur saman;
fjølbroytt lið lærir frið.
Øll syngja Guds prís í gleði og gaman,
himlanna kór lovsyngur við.
So læra vit fólk, ið rætt eru sinnað,
at sannleikans vegir øll mugu finna,
og takk fái Gud, sum okkum vil minna
á hesa plikt, ja, kærleikans plikt.