Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Guds egna bók – ein dýrgripur

Guds egna bók – ein dýrgripur

180

Guds egna bók – ein dýrgripur

(Orðtøkini 2:1)

1. Í gomlum døgum megnarverk varð skrivað,

eitt sannleiksorð ið gevur monnum skil.

Guds andi leiddi trúgvar menn í forðum

at festa tað á blað, sum fyrst barst til.

Og nú vit eiga hesa dýru søgu,

ein bíblia, eitt ljós á hvørt eitt stig.

Hon gevur sjón, har blind vit vóru áður,

hon gleðir hjartað, lærir góðan sið.

2. Um heimin sigur Bíblian, sum satt er:

Í byrjanini skapaði vár Gud,

hann gjørdi jørð og himmal, birti lívið,

og gav í hesi gávu manni lut.

Frá fyrstu tíð var alt, sum Gud tað vildi,

tó hetta skuldi ikki vara við.

Ein eingil, sonur Guds, av øvund sjúkur,

seg reisti, vildi vera við Guds lið!

3. Bert synd og deyði plágað hava heimin,

alt síðan hesin veldiseingil sveik,

men nú um tíð tey boð vit kunnu bera:

Guds kongur brátt er komin upp í leik!

Jehova vil við honum veita frelsu,

tann boðskap gevur Bíblian, Guds orð.

So latið okkum fara út at boða:

Jehova lovar okkum bestu kor!