Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Guds lóg verður vird

Guds lóg verður vird

59

Guds lóg verður vird

(Sálmur 119)

1. Sælur hann, ið er á rætta vegnum,

lógina heldur, søkir Gud.

Sælur hann, ið boðnum gevur gætur,

hevur í sviki ongan lut.

Gud er hann, ið veit tey bestu ráð.

Rætta vegnum má ein ferðast á,

virða fyriskipanir og dómar;

Gud eigur vald á øllum tá.

2. Undurfull er ráðagerð hjá Gudi,

fevnir um alla jørðina.

Lógin verja kann frá øllum óndum,

falslæti, synd, tí óreina.

Tann, ið elskar boðið, hevur frið,

rík vælsignilsi, tí Gud er við.

Harrans lóg er sum ein góður fongur,

leiðbeinir á tey røttu stig.

3. Á, um Gud so hoyrir, tá vit eyðmjúk

biðja um fatan, trúgv og skil.

Um hann tó vil hoyra henda lovsong,

um hann tó okkum frelsa vil!

Latið einki raka hjartað meint,

haldið leiðina á vegnum beint.

Trúfastur er Gud, á hann vit líta.

Boðið, hann gav, er satt og reint.