Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Gudsríkið veksur

Gudsríkið veksur

53

Gudsríkið veksur

(Esaias 9:6, 7)

1. Stórveldi nýtt út um heimin seg breiðir,

Gud vár, hin einasti sanni á ferð.

Tigandi vitni um allan tín heiður,

veldigi Gud, alt í rúmdini er.

Fyrst var tað lítið og byrjað í smáum,

hinaferð frelsarin gekk her á fold,

nú kemur ótal av tegnum við gávum,

gevur seg Konginum stóra í vold.

2. Kristus í hásæti situr og dømir,

lítur út yvir ein fjølbroyttan flokk.

Heiður til Gud fyrst og fremst øllum sømir;

fíggindar tynnast úr fylginum nokk.

Ráðgevi vísur, ein ævigur Faðir,

Høvdingi friðar at jørðini leit.

Takk til Jehova, at Ríkið nú ræður;

rættferðarstýri er jørðini veitt.

3. Her meðan ótti og óndskapur herja,

Gudsríkið mennist, ger hjørtuni still.

Boða tí øllum: Jehova vil verja

øll tey, ið sanna, at verðin er vill.

Ávara tey, sum Guds navn vilja spotta:

Teknini vísa, at endin er nær!

Nú Harmageddon tað ónda man hótta,

sáldar so frá tey, sum Gud hevur kær.