Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

’Hús úr húsi’

’Hús úr húsi’

32

’Hús úr húsi’

(Ápostlasøgan 20:20)

1. Við orði Guds eitt fjølment lið nú hús úr húsi fer

í duri hoyrast tíðindi um reina, nýggja verð.

Sum Jesus segði, skal Guds ríki boðast víða hvar,

tí bæði ung og gomul glað til verka skunda sær.

2. Tey vísu ráð vit bera út í hvørja húsalon:

’At kalla á Guds navn er rætt í trúnni á hans son.’

Men hvør kann kalla á tann Gud, hann ikki veit, er til?

Guds navn má boðast, fólkið læra, hvat Jehova vil.

3. Eitt spaklynt hjarta sjáldsamt er, og tí tú hoyra má

við dyrnar ofta skemdarorð og tola spott og háð.

Á Jesu tíð var sama lag, bert fáur lýddi á,

tó ’seyðir’ kendu ’hirða rødd’ og fingu føði tá.

4. Tá vit í felag fara út og fegin siga frá,

at Jesus Kristus kongur er, vit sáa dygdar sáð.

Tí ’seyður’ eins og ’geit’ má fáa boð og velja leið,

og boða vit víð hvørja hurð, so kennist støðan greiðð.