Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Halt fast við gleðiboðskapin!

Halt fast við gleðiboðskapin!

71

Halt fast við gleðiboðskapin!

(1 Korintbræv 15:2)

1. Tey gleðiboð, sum gingu út, tey gjørdu okkum var

við tíðarskeið, vit liva á, og at vit hvør í sær,

sum kristin hava ábyrgd av, at fólkið verður vakt.

At Gud vil skunda undir við, hann sjálvur hevur sagt.

2. Slík gleðiboð, at jørðin verður ævigt friðarheim,

tey deyðu fáa uppreisn, og vit møtast øll við gleim!

Ja, royn at verja trúgv og vón, so tú kanst halda á.

Vel sannan kristnan felagsskap, og Gud tær hjálpa má.

3. Gev ans, at falskir lærarar, sum gera svart til hvítt,

ei vika tína trúgv, so tú til einkis hevur strítt.

Lat ikki ringar felagar, sum spilla góðan sið,

tær forða lut í sigrinum, nei, royn at koma við!