Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Havið sigursprísin í eygsjón!

Havið sigursprísin í eygsjón!

222

Havið sigursprísin í eygsjón!

(2 Korintbræv 4:18)

1. Tá blindur morgunroðan sær,

hin deyvi hoyrir barn, ið lær,

tá oyðimørk, hitt turra stað,

gerst blómugarður, tonk tær tað!

At haltur rørir lamið bein,

og eingin kennir deyðans mein,

tað sært tú alt í Paradís,

um tú søkir sigursins prís.

2. Tá málleys tunga tala kann,

og gamal nýggjan ungdóm vann,

øll jørðin vøkur verða vil,

har ríkidømi tekur til.

Alt frøir seg um signað lív,

sjálvt deyð ið lógu køld og stív.

Tað sært tú alt í Paradís,

um tú søkir sigursins prís.

3. Tá kúgv er bjørn á beiti nær,

og lamb við úlvin spælir sær,

ein smádrongur kann leiða øll,

tey ganga trygg um grønan vøll.

Ja, grátur verður fagnaður,

og sorgarsangur tagnaður,

tú sært Guds mátt í Paradís,

um tú søkir sigursins prís.