Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Heilaga tjóð Jehova

Heilaga tjóð Jehova

141

Heilaga tjóð Jehova

(Esaias 66:8)

1. Hvør sá slíkt? Eitt nýtt land er borið!

Bert eftir løtu føddist ein tjóð!

Vígd Jehova nýborna tjóðin

verjir Guds navn og æru fró.

(Niðurlag)

2. Fegin boðar nýborna tjóðin

fólkanna millum Guds dýra navn,

stendur stinn sum tekin, ið kunnger:

’Nú er Guds ríki fyri stavn!’

(Niðurlag)

3. Nýggja tjóðin gleðist um ’skaran

stóra’, ið fylkist henni við lið.

Sum tey sameind dýrka Jehova,

gevur um landið Gud sín frið.

(NIÐURLAG)

Fløðir sum løkur ávøkstin vøkur

í tí landi, Gud hevur valt.

Tjóðin við tí ’stóra skara’

víga í felag Harranum alt.