Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Hetta er vegurin“

„Hetta er vegurin“

42

„Hetta er vegurin“

(Esaias 30:20, 21)

1. Ein rødd er, sum kallar á kristin í dag:

’Sí, hetta er gøtan, ið løgd er um vað!’

Jehova vil verja og beina á leið,

ja, agi kann menna, um skeivt onkur steig.

Í sonnum kristnum brøðralag er friður, trúgv og vinalag.

Har kennir ein tað skjótt, at her er fjálgt og gott,

og tað er Gud, ið fremur tað!

So ansin vit spyrja Guds anda og orð,

og fegin vit traðka, har hann legði spor.

2. Tá Gud okkum leiðir, so ganga vit trygt.

Vit kenna ta rødd, ið so klárt eins og lykt,

kann lýsa tann farbara vegin á mál;

so ansa vit eftir, um gøtan er hál.

Guds orð er ljós, ið skínur bjart og lýsir inn í myrkur svart.

Tað sigur okkum frá, skjótt Ríkið koma má

og skapa frið; vit hava lært,

at gøtan til lívið er illgongd og mjá,

legg leiðina beint fram, gakk ikki á skrá!

3. Tann leiðbeining, orð Guds so eymliga gav,

skal kunngerast øllum, so ein burturav

kann rættvísi søkja og frið fyri sinn;

sum flokkar av dúgvum tey streyma nú inn

til Gud, sum gevur sannan frið og bindur rættferð sína við.

Men syndin forða vil, so agi hjálpir til

at venja fólk til rættan sið.

Nú løn er í eygsjón, tú kanst vinna lív,

so lít á Jehova, og bjargaður blív!