Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Himmalin kunnger dýrd Guds

Himmalin kunnger dýrd Guds

175

Himmalin kunnger dýrd Guds

(Sálmur 19:1)

1. Jehova dýrd á himlinum er kunngjørd.

Guds handaverk á høgum lofti vekur ans.

Hvør dagur talar annan við,

og kvirt fer náttarboð til nátt um vitsku hans.

2. Jehova lóg er lýtaleys og lívgar.

Av vitnisburði Harrans einføld hava lært.

Øll ráð Jehova eru røtt,

tey gleða hjartað; boðið reint ger eygað bjart.

3. Jehova ótti skírur er um ævir.

Hans dómar eru sannir, rættir hvør og ein;

ja, søtari enn hunangur

og dýrari enn gripurin, ið gyltur skein.

4. Vit takka fyri lógir, ráð og boðorð.

At fylgja tær, Jehova, gevur stóra løn.

Lat hjartans hugsan røkka teg,

og orð av vørrum bera prís til tín við bøn.