Hjúnabandið – stovnað av Gudi
117
Hjúnabandið – stovnað av Gudi
1. Halgað í hjúnabandi verður eitt húski til,
brúðgómur tá við brúður sameinist, sum Gud vil.
Skapað at liva saman knýta tey ástarbond,
og sínum Gud Jehova tæna tey hond í hond.
2. Gud hevur skipað fyri, givið teim hvør sín lut.
’Maður er kvinnu høvur,’ sigur Jehova Gud.
Tó má sítt vív hann elska, hon sýna virðing, hógv.
Várkunna mega bæði, brekini eru nógv.
3. Trítættur tráður betri, sterkari er enn tvá.
Fjálgt verður innandura, um Gud er hjúnum hjá.
Gott er at geva gávu, vakrari gev enn krev!
Sælur er tann, ið lærir gudsvegin uttan strev.