Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hoyrið gleðiboðini um Ríkið

Hoyrið gleðiboðini um Ríkið

139

Hoyrið gleðiboðini um Ríkið

(Esaias 55:7)

1. Hoyr! Jesus sendir boð, letur kunngera nú,

at Ríkið er hans. Øll jørðin, gev ans!

Kom undan Satans valdi og griðstaðin finn.

Guds ríki stendur opið og bjóðar tær inn.

(Niðurlag)

2. Jehova sigur øllum, sum leitaðu hann:

’Tit fáa nú løn, eitt svar upp á bøn,

tí Kristus hevur valdið, og tíðin er nær

tá horvin er øll pína, øll neyð víða hvar.’

(Niðurlag)

3. Vælsignað verða øll tey, sum lýða á Gud

og nú eru við at boða um frið.

Tí Gud er teimum góður, sum líta á hann

og frøast um tað Ríkið, ið sigurin vann.

(NIÐURLAG)

Bið tey óndu nú steðga, broyta kós,

vantrúgvan søkja úr myrkrinum í ljós.

Bið tey av hjarta venda sær til hann,

sum alla syndina strika kann.