Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvørji menniskju eiga vit at vera?

Hvørji menniskju eiga vit at vera?

177

Hvørji menniskju eiga vit at vera?

(2 Pætur 3:11)

1. Guds veldisdag, hann síggja vit nú nærkast við ferð,

tá dómar ráma Satan og hans ófriða her.

Ein dagur lýsir í, nú er lokin nátt;

tann Gud, vit líta á, eigur allan mátt.

Vit biðja hjálp í neyðini, og Gud er so nær.

Hann uggar, gevur vón og trúgv, á bønina svar.

Av hjarta dag um dag vit leita Gud í bøn,

og hann gevur okkum sælan frið í sinnið sum løn.

2. So friðarlig og glað at verðin undrast á tað,

sum leikarar á palli standa kristin í dag.

Men hvat er opinberligt hjá tær og mær?

Er kærleiki til Gud tað, ið verðin sær?

Við áliti vit tala um, at Ríkið er føtt,

Jehova lovar nýggjan heim, alt ilt verður bøtt;

ein himmal, eina jørð, har rættferð festir búgv.

Verið íðin, latið boðanina vitna um trúgv!

3. Tað støðið, sum vit byggja á, tann kós, ið er løgd,

kann vitna fyri heiminum, hvørs søga er søgd.

Við syndini vit vórðu til deyða fødd,

tó rein í Jesu blóði er sálin grødd.

Ólastandi og lýtaleyst Guds fólk heldur á,

tí reinu ferð í sakloysi vit ganga ei frá.

Jehova veitir hjálp, er hjá og gevur ans,

um hann sær, vit altíð søkja frið og vinalag hans.