Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jehova, Skapari okkara

Jehova, Skapari okkara

154

Jehova, Skapari okkara

(Esaias 42:5)

1. Jehova gjørdi menniskjum bústað á jørð,

eitt alfagurt heim, har alt livir og grør.

Og ljómandi um alheimin einglanna lag

bar lovsong til Gud fyri signaðan dag.

2. Á jørðini varð alt gjørt til gleði og gleim,

til fullkomnar ættir eitt fullkomið heim,

tá syndafallið brátt legði lívið í sor.

Men Gud lovar kortini eydnurík kor!

3. Guds ríki reisir aftur tað lív, ið er mist.

At alt verður nýtt tá, er sagt fyri vist.

Tey tíðindi, tey gleðiboð, upplýsa sinn,

úr vónloysis nátt streyma fólkini inn.

4. Mót Skaparanum bønandi hjartað er vent,

frá honum varð orðið um frelsuna sent.

Alt skapti hann í kærleika, vakurt og væl,

vit sanna tað fegin og lovprísa sæl.