Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jehova, bústaður okkara

Jehova, bústaður okkara

135

Jehova, bústaður okkara

(Sálmur 90:1)

1. Jehova Gud, hjá tær vit dvaldu,

í mannaøldir vart tú skjól.

Ja, áðrenn jørð og heimur føddust,

skein hátign tín sum dýrdarsól.

Um aldur og í allar ævir

tú ert og verður sami Gud.

Til moldar menniskjað fer aftur,

í góðsku loysir tú tey út.

2. Ártúsund er hjá okkum ævi,

hjá tær ein dagur bert, ið svann.

Sum gras, ið kagar fram á morgni

og følnar, Gud, tú metir mann.

Vit slíta sjeyti ára aldur

og áttati, um megin ber.

Eitt lív í fáfongdari møði,

sum løtuverk, ein stokkut ferð!

3. Lær okkum, Gud, at telja dagar,

av røttum kennast frí og glað.

Gev vísdóm tín í døpur hjørtu,

lær varrar prís og takkarlag.

Hjá tær er lívsæla, Jehova,

ein streymur, lívgandi til tann

hvørs handaverk er tær til æru;

við signing tíni mennist hann.