Jehova er besti vinur okkara
76
Jehova er besti vinur okkara
1. Jehova Gud er vinur við loyalum trúfesti,
vit fingu lív á jørðini og vón um búfesti.
Alt hetta gav Jehova Gud, men Ádam vrakaði,
tó Gud var vinur við ta ætt, sum hetta rakaði.
2. Ein vinur Guds var Ábraham. Hann sýndi trúgv sum fá,
varð royndur heilt at ytstu trom, men veik tó ikki frá.
At Gud kann gera livandi tann deyða, trúði hann.
Jehova segði: ’Vinur mín!’ við mannin Ábraham.
3. Gud vísti seg sum vin, tá hann læt Kristus koma her
at geva lív sum sálarbót til hesa dømdu verð.
Um Satan royndi svikabrøgd, helt Jesus Kristus fast
loyalitet og kærleika, so Satans ætlan brast.
4. Teir bestu vinir okkara, Jehova Gud og Krist,
nú býta út av kærleika tað lív, vit høvdu mist.
Lat okkum søkja vinskap við Jehova og hans son,
tí verðin er ein fíggindi av Gudi, dømd er hon!