Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jehova er skjól okkara

Jehova er skjól okkara

85

Jehova er skjól okkara

(Sálmur 91:1, 2)

1. Jehova Gud kann verja, og hann vit líta á.

Í skugga hans er skýli, har royna vit at ná.

Jehova ruddar sjálvur veg,

so einki ilt skal ráma teg.

Jehova er tann rókin, sum tú kanst bjarga tær á.

2. Um túsund rundan um teg øll falla, halt tú á.

Av tíggju túsund raktum tú stendur bara hjá.

Tú nøtrar ei av frykt, tú veit,

Gud Faðir altíð at tær leit.

Hjá honum ert tú vardur, tú undir Guds veingjum lá.

3. Lat plágur bara koma, tær sleppa ikki nær.

Gud sendir sínar einglar, teir laða verndargarð.

Sjálv leyvan flýggja undan má,

og ormar kanst tú traðka á.

Tann fótur stóð á føstum, sum trúgvan tænara bar!

4. Vit lívd hins Hægsta leita, sum børn í faðirs favn,

at bera honum kvøðu, nú ljós er fyri stavn.

Vit vilja vera Gudi nær,

so hann kann okkum veita svar

við æviskeiði longum; ein borg er Guds stóra navn.