Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

’Jehova er við mær’

’Jehova er við mær’

125

’Jehova er við mær’

(Sálmur 118:6)

1. Mítt hjarta lítur fast á Gud, má hann meg altíð leiða.

Jehova hollur vinur er, tann vinin vil eg eiga;

tí trongdum kann eg rokna við í hesum harða lívi,

men tá Jehova Gud er hjá, eg veit, eg vardur blívi.

(Niðurlag)

2. Mín trúgv má roynast, skrivað er, at sum í fornum tíðum

vil Satan leggja fótonglar og nót frá øllum síðum.

Í navni Guds Jehova tó eg gyrði meg væl inni,

og Faðirin vil verja meg, hjá honum skjól eg finni.

(Niðurlag)

3. Jehova hevur ognað sær ein stóran fólkaskara,

nú streyma alsamt fleiri til um sannleikan at læra.

Og roynast tey nú honum trúgv, vil Gud tann skaran fevna.

Lat meg við slíkum trúfesti mót Jesu ríki stevna.

(NIÐURLAG)

Eg syngi Gudi takk og prís,

tí hann er mítt álit um ævir.