Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jehova, frelsunnar Gud okkara

Jehova, frelsunnar Gud okkara

153

Jehova, frelsunnar Gud okkara

(Sálmur 85:8)

1. Harri, vár Gud á himli hátt, synd hevur altíð okkum rátt.

Hetta er tungur arvur, tí biðja vit: Gud, ger okkum frí!

Loys okkum! Tú aleina kann várkunna har, sum syndin vann.

Lat okkum búgva sæl hjá tær, vís, at tú hevur okkum kær.

Vís, at tú hevur okkum kær.

2. Verðin er vónleys, illa stødd, seyðirnir hoyra hirðans rødd.

Øll tey, sum hava Jesu sinn, leiðir tú, Gud, um liðið inn.

Hjørtu, av syndum niður nívd, uggar tú, gevur vón og lívd.

Vís eru tey, sum óttast teg, tey leita inn á frelsuveg.

Tey leita inn á frelsuveg.

3. Himmalin signar landið alt, rættvísin blómar, fólk er sælt!

Sannleikin spírar út um jørð, trúskapur, góðska saman grør.

Harri, vit sanna, henda prakt peikar á ríki Krists í makt.

Komin er Friðarhøvdingi! Boð er um frelsu útgingið!

Boð er um frelsu útgingið!