Kærleiki – fullkomna band einleikans
173
Kærleiki – fullkomna band einleikans
1. Tó kærleikin hjá mongum kølnar skjótt, sum tíðin fer,
vit halda fast hin fyrra kærleik, tann ið sterkur er.
At elska var Jehova fyrstur, býta vit tí út
so hjartans fegin kærleikan, tá gera vit sum Gud.
2. Ein kærleiki, ið uttan lótir røkkur út til øll,
kann fløva hjørtu, lívga, sum tá sólin sær á vøll.
So latið okkum ala fram hin reina kærleikan
og elska fyrst av øllum tann, ið Harrans tokka vann.
3. Kring okkum verða slitin bond, hvør hugsar mest um seg;
tó brøður hava felags mál, teir fylgjast sama veg.
Í sterkum, góðum brøðraskapi tæna øll sum ein
og vinna samd í kærleika tann síðsta tunga tein.
4. At elska næstan sum seg sjálvan er eitt kristið krav,
tað fellur lætt hjá tí, ið Gudi sál og hjarta gav.
Nú verja vit so væl tað bandið fullkomið og fast
og sanna tá, at kærleikin er band ið aldri brast.