Kristin vígsla
13
Kristin vígsla
1. Jehova Gud, alt tú eigur, tú skapaði ein stað
við aldin, djórum, menniskjum, sum áður ei var sæð.
Frá tær kom lívsandi, Faðir, til alt í víðu verð,
ja, verdur ert tú til takk og prís frá øllum, sum búgva her.
2. Í forðum Ísrael gjørdi eitt sáttarmál við teg:
’Vit játta trúgvir, Gud vár, at vit fylgja tínum veg.’
Guds ognarfólk tey nú vóru, úr trælakorum frí,
og vígdust so til Guds tænastu við dóp gjøgnum hav og ský.
3. Í Jordan Jesus varð doyptur, tá bað hann: ’Faðir mín,
her standi eg til reiðar. Eg skal gera vilja tín.’
Um hetta var frammanundan í sálmi boðað frá,
nú salvaður hann við andanum vil fremja Guds vísu ráð.
4. Jehova, lívið vit leggja so trygg í tína hond.
Tú læt eitt offur dýrabart, ið loysti deyðans bond.
Við dópi, Faðir, vit biðja: ’Tín vilja okkum lær.
Í lívi og deyða, Skapari, vit valdu at tæna tær!’