Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Kristni einleiki okkara

Kristni einleiki okkara

158

Kristni einleiki okkara

(Efesusbrævið 4:13)

1. Hvør er sum Jehova, vár Faðir,

ið savnaði fylgið í eitt?

Við soninum lýsti sannleikans ljós,

og loysingargjaldið varð veitt.

Gud grundaði hús á Kristus,

eitt einleikans býli til tey,

ið góð vilja liva sum næstringar har

og gera tað, Gud teimum beyð.

2. Hvat er okkum álagt sum skylda,

ið gjørdust við Kristusi eitt?

At altíð vit lýða fullveldi Guds,

má standa í huganum greitt!

Vit spillast av holdsins verkum,

Guds andi ber lívgandi frukt.

Nógv sælari er tað at geva enn fá,

tá væl eftir Gudi er hugt.

3. Sí, Guds teokratiska skipan!

Mót heiminum varnarskjól trygt!

Eitt einleikans búgv har sannleikin trívst,

og Gud lærir børn síni tykt.

Men hvat man Jehova krevja?

Hvør treyt er av honum løgd við?

At liva í góðvild og útinna rætt

í eyðmýkt við hansara lið.