Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Kunngerið ævig góð tíðindi

Kunngerið ævig góð tíðindi

6

Kunngerið ævig góð tíðindi

(Opinberingin 14:6-8)

1. Ein eingil ferðast runt um jørð við tíðindum,

frá Gudi ber hann ævigt evangelium:

’Gev prís og heiður til hin eina sanna Drott,

tí nú er dómur feldur yvir heimin brátt.

Jehova eina verdur er til lov og prís,

og tí, ið spillir jørðina, er oyðing vís.’

Tú tænari Jehova, stíg nú treystur fram,

ber gleðiboð, so frelsa øllum ognast kann.

2. Ein annar eingil hevur boð um Bábylon,

um skøkjuna hann býður okkum vitna sonn:

’Hon reisist móti Gudi, strembar móti ský

og tølir fólk við bikari, hon skeinkir í!’

Nú krevur Gud, at talast skal um hevndardag;

gev dýrd og heiður navni hans, ber prís til tað.

Lat hetta ljóða hart út um ta víðu verð;

ein veldiseingil, himli frá, við okkum er.

3. Ja, sonur Guds við øllum sínum einglum er

nú byrjaður at bøta um ta spiltu verð.

’So vík frá illum, frem tað góða,’ sigur hann.

Ja, óttist Gud og skiljið greitt, at bara tann,

sum lýðin gongur ørindi í trúfesti

og takkar fyri hesi dýru rættindi,

lovprísar honum, fær so ævigt lív í lut;

tí vitna vit og vara fólkið: ’Søkið Gud!’