Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Kunngerið sannleikan um Ríkið

Kunngerið sannleikan um Ríkið

192

Kunngerið sannleikan um Ríkið

(Ápostlasøgan 20:20, 21)

1. Tað var ein tíð, tá eingin sá,

um bein tann kristna leiðin lá,

so vísti Gud í ljósi klárt,

at stovnað er eitt ríki stórt.

2. At tæna hesum ríki nú,

ta gávu eiga eg og tú;

at vitna um Jehova navn

og Ríkið, sum er fyri stavn.

3. Vit hús úr húsi siga frá,

ja, sjálvt á vegnum tala á

og læra fólk at skilja rætt

Guds orð, sum altíð talar satt.

4. Lat hetta vera tína trá

út til øll lond og fólk at gá.

Kom, einig fara vit í flokk,

inntil Gud sigur, tað er nokk.