Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Kvøldmáltíð Harrans

Kvøldmáltíð Harrans

87

Kvøldmáltíð Harrans

(1 Korintbræv 11:23-26)

1. Jehova Gud, Faðir í himli,

vit minnast í hesari nátt,

hin fjúrtanda nisan varð givin tann bót,

ið sýndi tín kærleik og mátt.

Tá hildu tey fyrstu ferð páskir,

og Ísrael, fólk títt, slapp út.

Sama dag doyði Jesus sum loysingargjald,

og profetanna orð gingu út.

2. Tú savnaði okkum sum fylgi

í føvningi tínum væl vard,

ja, sonin tú sendi at loysa tey út,

ið vóru av syndini særd.

Her stendur nú borðreitt við víni,

og hartil er ósúrgað breyð;

fyri okkum ein dýrabar áminning um,

at vit bert fingu lív við hans deyð.

3. Nú ímyndar breyðið tað likam,

hann ofraði, reint og fullgott.

Og vínið er reytt eins og blóðið, ið rann

og gjørdi við Gud okkum sátt.

Tí vilja við virðing vit minnast

gudslambið, ið ofraði seg,

so vit vinna tað æviga lívið við trúgv,

lýða Gud, ganga frelsunnar veg.