Lærið at kenna Gud okkara
198
Lærið at kenna Gud okkara
1. Gud kenna vit tá,
orð hans so trá
vit leita til.
Gud fríaði bólk;
sælt er tað fólk,
hann leiða vil.
2. Gud miskunna kann;
at elska hann
fellur so lætt.
Trongd, fálig og smá
lýðir hann á,
beinir á rætt.
3. Gud lærari er,
teir vísar ger,
ið søkja hann.
Har Kristus breyt slóð,
kenna vit fró,
Gud menna kann.
4. Guds barn læra man
tann kærleikan,
hann fyrstur gav.
Guds navn seta hátt,
prísa hans mátt,
tað er eitt krav.