Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Lívsvegurin Gud vísti okkum

Lívsvegurin Gud vísti okkum

214

Lívsvegurin Gud vísti okkum

(Orðtøkini 9:10, 11)

1. Kæri Jehova, tann vegur, tú vísir,

er gjøgnum Kristus við trúgv á tað blóð,

hann læt sum offur, ja, dýrur var prísur!

Takksom vit fylgja í hansara slóð.

2. Gudsfrykt og kunnskap vit meta av røttum

vera eitt vísdómsins grundarlag gott,

so at vit lívið ei taka av løttum;

lóg tín er verja, tað læra vit skjótt.

3. Kristus, sum lærdi, hvar eydnu vit finna,

gudsótta framdi, tá lýðin hann gav.

Verðin er tóm, har er einki at vinna;

læran um vilja tín lívsvónir gav.

4. Lær okkum liva, á Gud, tær til æru,

Ríkinum fagna, sum nú er á veg,

kenna teim rættsintu fólkum ta læru

Konginum lýðin at tilbiðja teg.