Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Lýðið Gud meir enn menniskju

Lýðið Gud meir enn menniskju

2

Lýðið Gud meir enn menniskju

(Ápostlasøgan 5:29)

1. Um vit ei fylgja verðini, men broyta sinn og leið,

so Gud er við á ferðini, fólk spotta, skilja ei,

at vit Guds stýri hava valt. Hann nøktar allan tørv.

Um mannaboð bert fløkja alt, vit tæna honum djørv.

2. Tá vit nú rinda toll og skatt, eitt gjald til keisaran,

so liva vit sum kristin rætt og lýða Skaparan.

Guds vilji er hjá okkum lóg, vit eru trælir hans.

Tann tænastan er rein og góð, gev henni fullan ans.

3. So royna vit í sakloysi at bera Gudi prís.

Vit skýggja ilt og lógloysi, tí læran rein og vís

ber boð um friðarríki Krists, øll hini standa spjadd;

men henda stjórn, vit vita vist, er roynd, sum silvur brædd.

4. Runt jørðina nú lið um lið vit bera lívsins orð,

so hvør, ið vil, fær vón um frið, kann velja betri kor.

Vit Himnadrotti hoyra til, hann sigur: ’Gerið so!’

Um onkur okkum forða vil, vit lýða fyrst Guds boð!