Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Lat sannleikan lýsa av tær

Lat sannleikan lýsa av tær

191

Lat sannleikan lýsa av tær

(2 Korintbræv 4:2)

1. Á sannleikans veg skínur ljós, so tú finnur.

Øll vantrúgv er burtur, tú sært!

Og Jesusar orð siga: ’Eydnu tú finnur,

um heldur tú gevur enn fært.’

Ver Jehova nær, og vís øllum hvat tú trýrt.

Royn at gera alt, sum Gud var hjá,

so at sannleikin lýsir av tær.

2. Er Gud settur fremst, so fer verðin at spotta,

ið vanvirðir rættvísan veg.

Tey hava ei ljós, síggja ikki ein glotta.

Lat sannleikan leiðbeina teg.

Ver Jehova nær. Hví skal verðin tøla teg?

Ver av fullum hjarta vinur Guds,

so at sannleikin lýsir av tær.

3. Tá Djevulsins lygn og hans svikaráð herja,

nýt sannleikans orð sum títt svørð;

tí álit og trúgv eru skjøldur og verja,

um óndskapur blómar á jørð.

Ver Jehova nær. Móti Satans álopum

royn at lata teg í brynjuna,

so at sannleikin lýsir av tær.

4. Um holdið er veikt, og títt hjarta er brekað,

tað freistar teg ferð eftir ferð,

Jehova er hjálp, so tú burtur kann reka

ta freisting, ið veikan teg ger.

Ver Jehova nær, og vís burtur frá tær synd.

Royn at ganga beina lívsins leið,

so at sannleikin lýsir av tær.