Latið ljósið skína!
63
Latið ljósið skína!
1. Jørðin lá í myrkri, ár um ár var nátt,
so kom boð av himli: ’Tendrið ljósið brátt!’
Frá Jehova templi endurskinið skein.
Tey, sum sóu ljósið, vóru ikki sein!
2. Gleðiboð um Ríkið, sum er sett á stovn,
ugga tey ið syrgja; fyri deyð er vón.
Gud Jehova sjálvur hetta birti í,
andi hans ger bundin mannahjørtu frí.
3. Hjálp tú okkum, Harri, trúgv at tæna tær,
so tú kennist við og ansar hvørjum sær.
Fylgi títt við lívsins orði er á ferð.
Jørðin øll skal kenna, hvør Jehova er.